
07/02/2025
Sjóborg ársins skip 2024🏆
Sjóvinnustýrið hevur aftur í ár kosið ársins skip í FAS 2024. Sjoborg vann hendan heiður og Kongsborg gjørdist nummar 2.
Vit í Skansi Offshore eru sera errin og glað um handan heiður. Hetta er eitt herðaklapp fyri tað dygdargóða og trygga arbeiði, sum okkara skip og manningar gera í frálandavinnuni.
Heiðurin eiga okkara dugnaligu starvsfólk og vit takka teimum fyri framúr gott arbeiði og fyri altíð at seta trygdina hægst. Vit vilja somuleiðis takka okkara kundum og samstarvsfeløgum fyri gott samstarv.
Hesin heiður er samstundis íblástur til framhaldandi at menna Skansi Offshore
Hjartaliga til lukku Sjoborg og Kongsborg 💙