04/04/2016
Um páskirnar í ár skipaði Vatnhamar Adventures fyri fyrstu uttanlandaferðini. Leiðin gekk til kanarisku oynna, Tenerife, við tí fyri eyga, at náa hægsta toppi í Spánia, eldgosfjallinum ”Pico de Teide”, sum við sínum 3.718 metrum er eitt sermerki fyri tær kanarisku oyggjarnar.
Hóast vit, orsakað av óvanliga nógvum kava fyri árstíðina, ikki heilt megnaðu at basa risanum, men máttu taka rennistrongin niðan á 3.555 metrar, fingu vit ein feril av hvat fjallið hevur av avbjóðingum.
Yvir fimm dagar gingu vit tríggjar túrar, so høvi var eisini at hvíla, shoppa og sóla sær.
Vit høvdu eina fantastiska ferð, og allir gestirnir vóru avbera væl nøgdir.
Í eini spurnarblaðskanning mettu gestirnir tænstustøði hjá Vatnhamar Adventures til 4,7 av 5 møguligum stigum. Øll sum luttóku í kanningini vilja viðmæla øðrum at fara hesa ferð.
Um ferðina viðmerktu gestirnir millum annað:
• Ein super góður og vælskipaður túrur. TAKK FYRI!
• Veit ikki, kanska eri eg alt forr jalig, men dugi ikki at seta fingur sum so á nakað. Eg eri væl nøgd. 1000 takk fyri túrin.
• Eri sera sera væl nøgd við túrin! Vit føldu okkum í tryggum hondum! Hendan túrin fara vit at viðmæla fjallafólkum í FO. Hjartaliga takk fyri.
• Sera góður túrur, fingu optimalt burturúr. Kann avgjørt viðmælast.