![MARIA. MALAN OG BJØRK BJÓÐA TILVENJINGAR, YIN YOGA OG FERIU 😊Í Sólorku er lagamanni at venja, dyrka yoga o.a.m. – í hesu...](https://img3.travelagents10.com/387/065/1115990303870657.jpg)
26/01/2025
MARIA. MALAN OG BJØRK BJÓÐA TIL
VENJINGAR, YIN YOGA OG FERIU 😊
Í Sólorku er lagamanni at venja, dyrka yoga o.a.m. – í hesum føri undir kønari vegleiðing frá Ven, venjingarmiðstøðini í Vágum. Tað ræður bara um at melda til – og kanska ikki at bíða ov leingi við tí, tí plássini eru farin at fækkast. Umframt at fylgja skránni hjá Ven kanst tú eisini njóta allar tænasturnar hjá Sólorku. Vit hava fleiri hugnalig og stuttlig tiltøk, viðhvørt undir leiðslu av Hilmari Jan. Vit hava sjálvandi eisini dans í uttanduraklubbanum, har m.o. Kristina Bærendsen og lokalu bólkarnir Black Glitter og Clandestinos spæla og Gissur vendir plátum. Harafturat skipa vit fyri vøkrum og spennandi útferðum – eitt nú til fjallabygdina Guadalest, appilsinlundina, fiskamarknaðin ella Benidorm Palace Show.
Sí meira her: www.solorka.fo/ven - Bílegg á tlf. 238080 ella [email protected]